Títt privatlív
Vit vilja við hesum greiða frá, hvat vit gera fyri at verja teg og títt privatlív. Her á síðuni kanst tú lesa um, hvat vit skráseta um teg og um tíni rættindi annars tá tú ert viðskiftafólk hjá okkum.
Hvørjar upplýsingar um teg skráseta og goyma vit?
Um tú hevur bókað ein túr við okkara bátum, so goyma vit nakrar neyðugar upplýsingar um teg:
- Hvørja av okkara netsíðum brúkti tú, tá tú bókaði túrin, tað vil siga hvat mál brúkti tú, føroyskt, danskt ella enskt
- Títt navn
- Títt telefonnummar
- Tína teldupostadressu
- Hvussu nógv pláss bókaði tú, ávíkavist vaksin/børn/smábørn
- Nær bókaði tú
- Nær verður túrurin
- Møguligar viðmerkingar sum tú gjørdi tá tú bókaði túrin
- Hvørji onnur keyp tú møguliga gjørdi í sama viðfangi tá tú bókaði túrin
- Transaktionsdáta viðvíkjandi tíni bóking. Vit hava ikki atgongd til tínar kortupplýsingar
Vit goyma hesar upplýsingar í trý ár. Eftir tað verða tær gjørdar anonymar, og vit goyma tær í tvey ár afturat
Farspor og datadeiling
- Vit brúka eina einfalda sonevnda session-cookie. Endamálið við henni er at hava tamarhald á, hvussu langt tú ert komin í gongdini at bóka túrin
- Vit brúka Google Analytics til brúkarahagtøl
- Hevur tú bókað túrin ígjøgnum ein av okkara samstarvsfeløgum, so hevur viðkomandi eisini atgongd til tínar upplýsingar
- Ongin annar hevur atgongd til tínar upplýsingar
Tíni rættindi
- Tú hevur rætt til at fáa atgongd til ítøkiligu upplýsingarnar, vit hava um teg
- Tú hevur rætt til at fáa møguligar skeivar upplýsingar um teg rættaðar
- Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingarnar um teg gjørdar anonymar áðrenn tey trý árini eru liðin (tó ikki áðrenn túrurin hevur verið)
Um tú ynskir okkurt av hesum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við leif@puffin.fo. Brúka somu teldupost adressu sum tú brúkti, tá tú bílegði túrin. Um tú ikki longur brúkar hesa, so mást tú senda okkum eitthvørt prógv um tín samleika.
Hevur tú aðrar spurningar, so ert tú vælkomin at spyrja.
vinarliga
Sjóferðir