Vestmannabjørgini
útferðir við báti

Størsta Náttúruupplivingin
Her sært tú Føroyar tá tær eru allar vakrastar

Hetta kanst tú vænta at uppliva:

Stórsligin Fuglabjørg

Á hesum bátatúrinum sum tekur umleið 90 minuttir sigla vit ígjøgnum smøl sund og inn í holur sum brimið í øldir hevur borað

Fleiri sløg av sjófugli

Bergið fer yvir 600 metrar beint upp í loft. Og har heldur nógvur sjófuglur til

Hugtakandi Søgur

Tú fert at hoyra um hvussu føroyingar ígjøgnum ættarlið hava sett lívið í váða við at fleyga fugl og reka seyð saman í brøttum líðum og skorum

Vøkur Náttúra

Vit sigla fram við kópalátrum og bygdini Slættanes, har ongin hevur búð síðani mitt í 1960unum, men har fleiri hús kortini standa enn

Gev gætur, at vit leggja stóran dent á trygdina og trivnaðin umborð. Tí fara vit undir Trøllkonufingur sunnantil á Vágoynni, um tað eru ring líkindi undir Vestmannabjørgunum. Best er við heitum klæðum, og at bíleggja pláss frammanundan. Brúka kalendaran longur niðri á síðuni.