|
|
Slættanes
Sjóferðir skipa eisini fyri túrum til Slættanesar - helst best varðveittu útdeyðu bygd í Føroyum. Heilt fram til 1964 búðu fólk fast á Slættanesi. Undir Seinna Heimsbardaga búðu 80 fólk í bygdini. Í dag standa seks hús eftir, sum verða brúkt til summarhús. Tað tekur bert umleið 10 minuttir at sigla úr Vestmanna. Ferðaleiðari er við. Túrurin verður gjørdur, tá hann er umbiðin, ella tá hann er lýstur á síðuni "Ætlaðir Sertúrar".
|
 |
Vitja Søgusavnið Eitt einastandandi upplivilsi |
 |
Et og Sigl Tú kanst eta á Fjørukrónni áðrenn ella aftaná túrin! |
 |
Sertúrar 2012 Ætlanin verður gjørd! |
|
|