Froyur siglir til Mykines
Mykines líkist burturúr hinum oyggjunum, tí fuglalívið har er so einastandandi. Ein gongutúrur út í hólmin er eitt upplivilsi, sum tú valla fært aðrastaðni í Føroyum. Hartil kemur hugnaliga bygdin við trongu gøtunum, sjarmerandi, smáu húsunum og teimum blíðu fólkunum. Vit skipa bæði fyri leiguferðum út til Mykinesar og fyri einum pakkatúri, har siglitúrur, gongutúrur út í hólmin við ferðaleiðara og lættari ábit eru íroknað. Mykinestúrar verða bert gjørdir, tá líkindini eru góð, og tí er møguleiki fyri, at onkrir av túrunum verða avlýstir. Boð um tað verða givin her á heimasíðuni og umvegis sms. Pakkatúrarnir til Mykines eru ætlaðir at fara leygardagar í juni og juli 2011. Eisini er ein túrur á skránni 27.mai 2011. Ætlar tú at bíleggja pláss, far so til rætta dagin í kalendaranum høgru megin, og vel Mykinestúrin. Tá tú fyllir teigarnar kemur prísurin fram. Legg tó til merkis, at túrurin kann verða avlýstur vegna ring veðurlíkindi ella tí ov fá hava meldað til.  Froyur setur fólk á land í Mykinesi
 Serliga teir nógvu lundarnir í Mykinesi hugtaka!
 Útsýnið til súlubølið á Mykineshólmi ein góðan summardag.
 Á veg út til vitan- tann vestasta í Føroyum.
|