Á Søgusavninum í Vestmanna Tourist Centre fært tú eina heilt serliga uppliving. Tú gongur millum søguligu persónarnar ímeðan tú gjøgnum oyratelefonir hoyrir brot úr Føroya søgu. Eisini pallmyndin er sera hugtakandi at uppliva, við steyðrættum bergi og fjøru, sumri, vetri, myrkakjallara og roykstovu. Ljós, ljóð og enntá luktur gera hesa framsýningina til nakað heilt serligt.
Savnið er opið somu tíðir sum Vestmanna Tourist Centre.