Mykines líkist burturúr hinum oyggjunum, tí fuglalívið har er so einastandandi. Ein vitjan í oynni er eitt upplivilsi, sum tú valla fært aðrastaðni í Føroyum.
Vit skipa bæði fyri leiguferðum út til Mykinesar og fyri einum dagtúri har farið verður úr Vestmanna til Vestmannabjørgini (ella Trøllkonufingur) og víðari til Mykinesar har gestirnir fara í land.
Hesir túrar verða gjørdir í hásesongini, tað vil siga frá hálvum juni til síðst í juli, vanliga týsdagar og leygardagar.
Far til hesar dagarnar í bókingarkalendaranum høgrumegin, um tú ætlar at bíleggja pláss til túrin.
Túrurin er umleið 4-5 tímar til longdar, harav umleið tveir tímar eru á landi í Mykinesi.
Legg tó til merkis, at túrurin kann verða avlýstur vegna ring veðurlíkindi/brim ella tí ov fá hava meldað til. Boð verða givin á heimasíðuni og um teldupost, um ein túrur verður avlýstur!
Legg eisini til merkis, at jarðareigararnir hava avmarkað hvussu gangast kann uttanfyri bøgarðarnar, og roknast kann tí við eyka gjaldi á staðnum um so er at tú vilt fara til gongu.
Leita eftir túrum í kalendaranum:
M | T | M | H | F | L | S |
---|---|---|---|---|---|---|
Eingir túrar Túrar tøkir |