Hetta er túrurin, har tú ræður, tí tú ert skiparin umborð. Tú kanst fara á rannsóknarferð inni á Vestmanna ella leggja teg at fiska úti á vágni, akkurát sum tær lystir, tí tú ert skiparin.

Báturin, sum hevur elektriskan motor, er sera lættur at sigla. Ravmagnið kemur úr Fossáverkinum beint nærhendis, og tú kanst sigla í upp til tveir tímar.

Umborð er eisini seiðakikari, so tú kanst hyggja eftir lívinum undir vatnskorpuni.

Um tú velur dagsins fisk ella suppu og salat sjálvtøkuborðið afturat, tá tú bókar túrin, kann kokkurin brúka fongin hjá tykkum, tí søtur er sjálvgivin biti, sum orðatakið sigur. 

Grøni báturin tekur upp til 5 fólk. 

Brúka kalendaran høgrumegin um tú vilt bíleggja bátin.