Bátarnir Túrar Myndir Viðmæli
Bílegg pláss Agent Login
<
September  2010
>
MTWTFSS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     

Søgusavn í Vestmanna Tourist Centre

brestir og havgrímur í Fjørukrónni

Seinasta hond verður nú løgd á Søgusavnið í Vestmanna.

Tilsamans 17 persónsfigurar, sera meinlíkir veruligum fólkum, vera á savninum. Figurarnir eru gjørdir í Íslandi. 

Harumframt er sjálv pallmyndin gjørd av navnframum føroyskum listafólki - Pól Skarðenni og Edvard Fuglø. Herleif Hammer, søgufrøðingur, hevur verið við frá byrjan og samskipað arbeiðið.

Fyrstu figurarnir til savnið komu í 2007, talan er um Brest, pápa Sigmund, og banamann hansara Havgrím - sí myndina.

Søgnin sigur, at brøðurnir Brestir og Beinir vórðu tiknir á bóli av fíggindum ein dagin teir vóru í Dímun eftir seyði. Hóast teir vardu seg og synirnar Sigmund og Tór manniliga, so varð endin at teir máttu lúta fyri fíggindunum, sum vóru nógv mannsterkari og høvdu betri vápn.

Fyrstu figurnarnir lýsa hesa søguna. Havgrímur hevur júst rent spjótið gjøgnum Brest, og tá hesin kennir sær banasár hálar hann spjótið enn longur inn fyri at røkka Havgrími og høgga hann niður eisini.

Savnið letur upp fyrst í mei 2009.

 

Snarvegir

Síggj video
Vestmanna Tourist Centre
Ofta Settir Spurningar
Les um Froy
Útvarp frá bjørgunum
Borgustova
Fá Samband
Søgusavnið

Eitt einastandandi upplivilsi
Et og Sigl

Tú kanst eta á Fjørukrónni áðrenn ella aftaná túrin!
Ætlaðir sertúrar 2010

Mykines við ferðaleiðara
Bookmark and Share
Skúvadal Spf Tel. 47 15 00 Fax 47 15 09 puffin@olivant.fo