Bátarnir Túrar Myndir Viðmæli
Bílegg pláss Agent Login
<
June  2013
>
MTWTFSS
         
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30

Vestmannabjørgini við Skúvadal - Sjóferðir

Sjóferðir bjóða fram eina røð av spennandi útferðum við báti. Eitt nú ber til at leiga bátarnar til Mykines, Koltur, Skúvoy, Svínoy ella okkurt annað stað í Føroyum.

Men best umtóktur er túrurin undir Vestmannabjørgini. Onga aðrastaðni kanst tú á sama hátt uppliva djúpar holur, smøl sund og drangar við einum fjølbroyttum fuglalívi - og so tað steyrrætta bergið, sum fer næstan 700 metrar beint uppí loft, alt á einum stað.

Um summarið ber til at fara útferðir við bátum okkara, sum sigla fleiri túrar hvønn dag, um viðrar.

Vit sigla fram við kópalátrum og bygdini Slættanes, har ongin hevur búð síðani mitt í 1960unum, men har fleiri hús kortini standa enn.

Í gjónni Seyðskoragjógv leggja vit stilt eina løtu og njóta stórfingnu náttúruna.

Túrurin er sera vælegnaður til familjur, arbeiðspláss ella til tey sum hava útlendskar gestir, og fegin vilja vísa Føroyar fram, tá tær eru vakrast.

Soleiðis bíleggur tú pláss:
Best er at bíleggja pláss frammanundan. Vel rætta dagin í kalendaranum høgru megin, tá koma eisini fram aðrir upplýsingar so sum prísur og fráferðartíðir.

Túrurin varar umleið tveir tímar.

Takið heit klæði við!

Sjóferðir eru við í The Wild North verkætlanini, sum hevur til endamáls at fremja burðardygga ferðavinnu í útnorði. Trýst her um tú vilt lesa meira um The Wild North.

Snarvegir

Síggj video
Vestmanna Tourist Centre
Ofta Settir Spurningar
Útvarp frá bjørgunum
Fá Samband
Borgustova
Dagtúrar til Mykines 2013

við staðkendum ferðaleiðara
Vitja Søgusavnið

Eitt einastandandi upplivilsi
Et og Sigl

Tú kanst eta á Fjørukrónni áðrenn ella aftaná túrin!
Bookmark and Share
Skúvadal Spf Tel. 47 15 00 Fax 47 15 09 puffin@olivant.fo