|
|
VIP túrar við Froyi til Vestmannabjørgini
Hetta er túrurin til tey, sum vilja hava bátin fyri seg sjálvan og sjálvi vilja hava ein fingur við í spælinum, hvar vit sigla. Undir Vestmannabjørgunum og har um leiðir eru nógv fleiri holur enn vit vanliga fara inn í, og á túrinum hava vit ein zodiac gummibát við, so tey við ævintýrhuga sleppa á rannsóknarferð. Á hesum túrinum hava tú og tíni bátin fyri tykkum sjálvi, og tit gera eisini av, hvussu langur túrurin skal vera. Tað ber til at bíleggja mat at hava við.
 
|
 |
Vitja Søgusavnið Eitt einastandandi upplivilsi |
 |
Et og Sigl Tú kanst eta á Fjørukrónni áðrenn ella aftaná túrin! |
 |
Sertúrar 2012 Ætlanin verður gjørd! |
|
|