Bygdatúrur í Vestmanna
Ein øðrvísi túrurVestmanna er í veruleikanum ein sera spennandi og vøkur bygd. Og tað er ikki sørt, at hon líkist frá øðrum bygdum í Føroyum. Á hesum túrinum koyra vit teg Út á Berg, niðan í Miðalsbrekku, Norður á Fossarnar og ein túr í sjálvari bygdini har søga og samtíð møtast hvønn dag. Ferðaleiðarin fortelur millum annað um Gálgarðin, har søgnin sigur at sjórænarar vórðu hongdir, um Follend, har jarðfrøðingar meina, víkingar kunnu hava búð, um gjónna, har ein neytakona datt oman men livdi, tí hon bar eitt bundi av hoyggi í kneppinum, um Ólav á Heygum og hansara hugsjónir, um grøna elmegi hjá SEV og Røkt og annars um hvussu vestmenningar livdu fyrr og í dag. Ein spennandi og øðrvísi túrur, tú heilt víst ikki verður vónbrotin av. Vit enda túrin á matstovuni Fjørukrónni, har middags sjálvtøkuborð stendur frammi. Túrurin stendur á skrá frá 15. juni til 31. juli. Vel dagin tú ætlar at fara í kalendaranum til høgru. Prísurin kemur fram, tá tú fyllir teigarnar út. Uttanfyri nevnda tíðarskeið kann túrurin bíleggjast við at senda okkum ein teldupost. Túrurin verður gjørdur, um nóg nógv tekna seg. Minsta luttakaratal er fýra. 
|