Bátarnir Túrar Myndir Viðmæli
Bílegg pláss Agent Login
<
September  2010
>
MTWTFSS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     

Froyur er bátur í serklassa

Tað eru ikki nógvir bátar í Føroyum, sum eru bygdir einans til at vera túrbátar. Men Froyur er.

Góðir sessir til øll undir dekki, stór vindeygu og serliga skapið á bátinum tryggja, at øll sum eru við fáa ein framúr góðan túr. Sjálvt í sjaskveðri halda vit vanliga uttan trupulleikar eina ferð uppá minst 20 míl, og tey ferðandi føla lítið til rørslu, tí tey sita so langt niðri í bátinum, tá tey eru innandura.

Uttandura eru tvey dekk. Tað í erva gevur best hugsandi umstøður til tey sum vilja njóta útsýnið uttandura. Á ovara dekkinum kunnu tilsamans 25 av teimum 48, sum báturin hevur loyvi til at føra, sita. Á aftara dekkinum eru 12 sitipláss og 10 standipláss.

Í Froyi er eisini mikrofon og 10 hátalarar innan- og uttandura, so øll umborð hoyra tað sum ferðaleiðarin sigur. Ein flatskermur í ferðafólkarúminum vísir teimum ferðandi ymsar upplýsingar, so sum ferð, kós og hvar báturin er staddur.

Froyur hevur elskipan við 220 voltum og køk við vanligum hvítvørum so sum mikroovni, ketli og heitum vatni.

Vilt tú síggja fleiri myndir av bátinum, trýst so her.

Snarvegir

Síggj video
Vestmanna Tourist Centre
Ofta Settir Spurningar
Les um Froy
Útvarp frá bjørgunum
Borgustova
Fá Samband
Søgusavnið

Eitt einastandandi upplivilsi
Et og Sigl

Tú kanst eta á Fjørukrónni áðrenn ella aftaná túrin!
Ætlaðir sertúrar 2010

Mykines við ferðaleiðara
Bookmark and Share
Skúvadal Spf Tel. 47 15 00 Fax 47 15 09 puffin@olivant.fo